Privatpolitikkur

Okkara heimasíða er: https://www.fts.fo

Inngangur

Tá ið vit veita tær vørur og tænastur, viðgera vit eina røð av persónsupplýsingum um teg. Tað er tí umráðandi fyri okkum, at tú skilir, hvussu vit savna og viðgera persónsupplýsingarnar.

Hesin politikkur lýsir, hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar, tá ið tú nýtir okkara vørur og tænastur, herundir okkara heimasíður. Politikkurin lýsir, hvørjar upplýsingar vit innsavna, hví tær verða innsavnaðar, hvussu tær verða innsavnaðar, hvat tær verða nýttar til, umframt hvørji tíni lógarásettu rættindi eru.

Hesin politikkur er galdandi fyri øll, ið nýta okkara vørur og tænastur. Serstakar viðskiftatreytir, t.d. í samband við keyp o.t., hava forrættindi framum hendan politikk.

Ábyrgd

FT Samskifti pf. – hereftir FT Samskifti – ásetir endamálið við viðgerðini av persónsupplýsingunum og ásetir, hvørji hjálparamboð kunnu nýtast. Hetta merkir, at FT Samskifti er “dátuábyrgdari”. Um tú hevur spurningar til politikkin ella viðgerðina av persónsupplýsingum, ert tú vælkomin at senda teldupost til dpo@ft.fo.

Skráseting og nýtsla

Vit innsavna persónsupplýsingar upp á tríggjar mátar:

Tað kunnu verða støður, vørur ella tænastur, har vit hava tørv á at fáa fleiri upplýsingar frá tær, enn tær vit vanliga biðja um, men í hesum førum greiða vit serstakt frá treytum og viðurskiftum, ið knýta seg til júst ta støðuna, vøruna ella tænastuna.

Vit skráseta sum útgangsstøði ikki viðkvæmar persónsupplýsingar. Skuldi hetta sum undantak verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta viðkvæmar persónsupplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvæmar upplýsingar.

Tínar upplýsingar

Tá ið tú keypur ella móttekur eina av okkara tænastum, hava vit tørv á ávísum persónsupplýsingum. Hesar upplýsingar hava vit tørv á, tá ið tú keypir ella móttekur eina fjarskiftisvøru og/ella –tænastur:

Hesar upplýsingar hava vit tørv á, um tú velur at móttaka tíðindabrøv, marknaðarføring v.m.:

Upplýsingar, sum vit sjálvvirkandi innsavna

Tá ið tú nýtir okkara tænastur, verða upplýsingar sjálvvirkandi innsavnaðar um teg og tína eind (telda, snildfon, teldil ella annað). Hvørjar upplýsingar verða innsavnaðar, veldst um tænastuna og tað eindina, sum tú nýtir til at fáa atgongd til tænastuna. 

Tá ið tú nýtir okkara fjarskiftistænastur, innsavna vit sjálvvirkandi hesar upplýsingar:

Skráseting av staðseting

Vit innsavna upplýsingar um tína staðseting, tá ið tú nýtir okkara fjarskiftistænastur. Til dømis innsavna vit upplýsingar um, hvar tín eind er stødd á okkara neti, og hetta vísir okkum áleið, hvar í landinum, tú ert stødd/staddur. Hesar upplýsingar mugu vit hava fyri at kunna veita tær fartelefoni.

Um tú nýtir tænastur ella tilboð, ið eru grundað á staðseting, og tú í hesum sambandi hevur givið okkum samtykki til at viðgera tína staðseting, kunnu vit innsavna og skráseta tína staðseting á okkara neti ella møguliga positiónsdátur framleiddar av Global Positioning System (GPS). GPS-dátur vísa nógv neyvari, hvar í landinum, tú ert stødd/staddur.

Tá ið tú vitjar okkara heimasíðu og/ella nýtir okkara tænastur og sjálvgreiðslur á netinum, innsavna vit sjálvvirkandi hesar upplýsingar:

Tá ið vit knýta okkara talgildu tænastur saman við tænastum frá triðjaparti, sum t.d. sosialar miðlar, innsavna vit sjálvvirkandi hesar upplýsingar:

Vit innsavna upplýsingar, tá ið vit knýta okkara talgildu tænastur saman við tænastum frá triðjaparti, tá ið tú hevur givið samtykki til tess, sum t.d. Facebook ella Instagram. Talan er aloftast um somu upplýsingar, sum vit hava lýst omanfyri (navn, teldupost, ID-adressu, staðseting).

Upplýsingar frá triðja parti

Vit innsavna av og á persónsupplýsingar um teg frá triðjaparti í sambandi við tær tænastur, ið vit veita tær. Hetta gera vit bert, um tú hevur givið okkum samtykki til hetta, ella um hetta er heimilað ella kravt í galdandi lóggávu.

Vit kunnu m.a. innsavna upplýsingar frá tínum sosialu miðlum, um tú hevur loyvt hesum. Tú kanst stýra hesari innsavna umvegis stillingunum á tínum sosialu miðlum.

Vit skráseta og brúka upplýsingar um teg fyri at kunna veita tær tænastur og vørur, sum tú hevur umbiðið frá okkum umframt at kunna veita neyðuga support á hesum somu tænastum og vørum. Hetta merkir, at vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar til:

Vit kunnu eisini nýta ávísar persónsupplýsingar í sambandi við okkara marknaðarføring, t.d. so at vit kunnu geva tær meiri viðkomandi og tillagaða kunning og marknaðarføring.
At enda so kunnu vit eisini nýta persónsupplýsingar til hagfrøði og greining, men tá er talan um upplýsingar, ið eftir 6 mánaðir verða gjørdar navnleysar, soleiðis at tað ikki ber til at eyðmerkja persónar longur.

Viðgerðarheimild

Viðgerð av tínum persónsupplýsingum krevur, at vit hava heimild fyri viðgerðini. Í mun til hvørja viðgerð, talan er um, vil heimildin altíð vera ein av fylgjandi:

Persónsupplýsingar í varðveitslu

Vit varðveita tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt í mun til endamálið, sum tínar dátur eru skrásettar og verða brúktar til. Summar av tínum upplýsingum, so sum navn, teldupostur o.l. varðveita vit so leingi, vit veita tær eina tænastu ella eina vøru, ímeðan aðrar, so sum nýtsluyvirlit o.l. verða slettaðar eftir styttri tíð.

Sambært bókhaldslóggávuni skulu vit varðveita roknskapartilfar í fimm ár frá endanum av tí roknskaparári, sum tilfarið viðvíkur.

Marknaðarføringssamtykki verða varðveitt, so at hesi kunnu skjalprógvast. Tey verða varðveitt, so leingi tey eru galdandi, og í tvey ár eftir, at tey seinast vórðu nýtt.

Sum fjarskiftisveitari skulu vit í ávísum førum varðveita ávísar upplýsingar um ferðslu á okkara neti, soleiðis at hesar upplýsingar kunnu nýtast til kanningararbeiði o.t. hjá løgregluni. Hetta er ásett við lógarkravi, vísandi til §8, stk. 1, nr. 5 í Lóg um Persónsupplýsingar.  Vit innsavna og varðveita bert slíkar upplýsingar, um har fyriliggur dómaraváttan. Slíkar upplýsingar verða varðveittar, so leingi tørvur er á tí.

Dátur, sum eru viðkomandi fyri møgulig rættarkrøv, sum fyrna sambært viðkomandi fyrningarlóggávu, verða varðveittar í fimm ár.

Deiling og víðarilating

Vit deila tínar persónsupplýsingar millum feløgini í Føroya Tele-samtakinum, tá ið tað er neyðugt og samsvarandi oman fyri nevndu endamálum. Øll feløgini í samtakinum viðgera upplýsingarnar í samsvar við henda politikk og við galdandi lóggávu.

Vit hava samtarvspartar og uttanhýsis tænastuveitarar, sum hjálpa okkum at veita tær tænastur, vit bjóða. Í summum førum er neyðugt hjá okkum at víðarilata persónsupplýsingar til hesar triðjapartar, bæði innanlands í Føroyum, og eisini uttanlands við útlendskar samstarvspartar.

Vit deila ella víðarilata tínar persónsupplýsingar, tá ið:

Vit hava harumframt skyldu at lata ymsar upplýsingar víðari til møguligar veitarar av nummarupplýsingadátugrunnum v.fl., uttan so at tú hevur fráboðað, at slíkir upplýsingar ikki skulu almannakunngerast.

Tá ið vit deila tínar persónsupplýsingar, fremja vit neyðugu atgerðirnar, so at vit kunnu tryggja okkum, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøði verður varðveitt í sambandi við slíkar dátuflytingar. Slíkar atgerðir fevna m.a. um at gera nøktandi sáttmálar við triðjapart – serliga um talan er um triðjapartar uttan fyri Føroyar og ES.

Vit fara aldrin at selja tínar persónsupplýsingar til triðjapart, uttan at tú greitt hevur givið samtykki.

Tíni rættindi

Endamálið við hesum persónsupplýsingarpolitikki er at greiða tær frá okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, umframt at vit veita tær kunning og innlit í hesa viðgerð, sum okkum er álagt sambært galdandi lóggávu.

Um tú hevur tørv á neyvari kunning ella innlit, kanst tú fáa innlit í júst tínar persónsupplýsingar, sum vit hava skrásettar og brúka, íroknað hvar hesar stava frá, og hvat vit brúka tær til. Tú kanst fáa at vita, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar, og hvør móttekur upplýsingar um teg. Tín rættur til innlit kann tó vera avmarkaður við lóg ella skerdur í tann mun títt innlit ger seg inn á rættin hjá øðrum.

Átala

Tú hevur rætt til at átala viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Um átalan verður mett at vera heimilað, steðga vit allari viðgerð av umfataðu persónsupplýsingum.

Rætting, striking ella steingjan
Tú kanst biðja um at fáa rætta, strika ella stongt persónsupplýsingar, sum eru rangar, villleiðandi ella eru viðgjørdar ímóti lóg ella ásetingum, heimilaðum í lóg.

Afturkalling
Tú kanst til eina og hvørja tíð afturkalla eitt samtykki, sum tú hevur givið okkum. Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.

Gev gætur, at vit eisini halda fram við at brúka tínar persónsupplýsingar t.d. fyri at yvirhalda eina avtalu vit hava gjørt við teg, ella um vit hava ein lógarásettan rætt til at gera so.Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar.

Tú kanst seta teg í samband við okkum soleiðis:

FT Samskifti pf.
Klingran 5
Postrúm 27
110 Tórshavn
Tlf.: +298 303030
Teldupostur: dpo@ft.fo

Um tú vilt kæra um viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú senda kæru inn til Dátueftirlitið:

Dátueftirlitið
Postrúm 300
Tinganes
110 Tórshavn
Tlf.: +298 309100
Teldupostur: dat@dat.fo

Broytingar

Hesin persónsupplýsingarpolitikkur er galdandi frá 1. juli 2020. Vit dagføra politikkin eftir tørvi og boða frá øllum broytingum á okkara heimasíðu. Um tú heldur á fram at nýta okkara tænastur, váttar tú samstundis hendan politikk.

Um vit meta, tað er neyðugt, ella um umfatandi broytingar verða gjørdar í politikkinum, kunnu vit senda tær ein teldupost ella sms-boð við kunning um, at politikkurin er dagførdur.

Um tú vegna umfatandi broytingar av hesum politikki ynskir at uppsiga ávísar tænastur, hevur tú 30 dagar til tess, eftir at dagførdur politikkur er fráboðaður, har tú ókeypis kanst uppsiga tænasturnar. Um skrivlig uppsøgn ikki verður send innan 30 dagar, eru broytingarnar at meta sum váttaðar.