
Samfelagstilvit
Vit vilja vísa í verki, at tað ber til at duga hárfínu javnvágina millum
burðardygga menning og búskaparligan vøkstur, uttan at tað gongur
út yvir náttúruna og blómandi samfelagið, vit liva í
“Lítil neisti kann birta stóran eld, verður mangan sagt. Vit vóna sostatt, at okkara operatión null CO2-útlát hugkveikir onnur at taka lut og hugsa um váðar og møguleikar, sum standast av umhvørvisavbjóðingum”.
Rótin til ábyrgd

Menniskjaligur framburður

Talgild
samansjóðing

Umhvørvisvinarlig fótaspor
Menniskjaligur framburður
Føroya Tele skal vera so menniskjaligt sum yvirhøvur til ber. Vit leggja fullu orku í at skapa umstøður fyri møguleikum, framburði og trivnaði millum starvsfólk, tí at enda skapa einstøku fótasporini heildina.

Vit eru ein bólkur av einstaklingum við ymiskum eginleikum, og vit seta hvør sær ein serstakan dám á samtakið. Hóast gerandisdagar kunnu vera sum dagur og nátt er umráðandi, at tað er samansetingin av DNA-strongi og einstaklingseyðkennum, ið mynda heildina.
Vit vilja áhaldandi hava eitt arbeiðsumhvørvi, har ið starvsfólk trívast og eru tilvitað um sín leiklut. Árliga trivnaðarkanningin er eitt gott høvi hjá starvsfólkum at siga sína meining og ávirka, hvussu trivnaðurin á Føroya Tele kann gerast enn betri.
Í 2022 svaraðu 94% av starvsfólkunum upp á trivnaðarkanningina, og luttøkan og úrslitini geva greiða ábending um, at starvsfólkahópurin er tilvitaður um, hvussu høgt samtakið raðfestir trivnað og gjøgnumskygni. Aftur hesaferð varð úrslitið methøgt.
Arbeiðsgleði
81%
Trúfesti
87%
Fjølbroytni og fleksibilitetur
Vit eiga øll stóran part í hesi søguríku fyritøku, sum er ein varði í samfelagnum. Varðin er støðufastur og setir kós, men sum samtak hava vit eisini dirvi leypandi at leggja steinarnar av nýggjum.
Samtakið vil slóða fyri, tá ið ræður um at hála at og halda fast um dugnalig starvsfólk. Arbeiðsmarknaðurin er ikki skipaður upp á sama hátt, sum hann var fyri nøkrum árum síðani, og sum samtak taka vit ábyrgd av at tillaga møguleikarnar og bygnaðin.
Vit flyta okkum til at gerast enn meira fleksibul. Tí bróta vit burturúr siðbundnu starvssniðunum í mun til stað og tíð. Seinasta árið hava starvsfólk fingið meira sjálvræði av egnari arbeiðstíð, og vit hava sett saman nýggj starvssnið og royndarkoyrt alternativ til staðbundin arbeiðspláss.
Kyn og javnvágur
Sum samtak vilja vit umboða kynini á jøvnum føti. Vit eru av tí sannføring, at vit kunnu skapa enn betri arbeiðsumhvørvi og skynsamari virksemi, um vit áhaldandi skapa umstøður fyri at náa einum jøvnum kynsbýti.
Samtakið er sett saman av nógvum virkisøkjum, sum søguliga sæð hava havt meiriluta av mannfólki knýtt at starvshópinum. Tó hava vit seinastu tíðina upplivað, at fleiri og fleiri kvinnur stíga inn á hesi starvsøki. Hesari gongd vilja vit halda fast um og stuðla.
Kynsbýtið í leiðslusamansetingum og nevndarhøpi fyri samtakið gongur á odda í mun til kósina fyri javnari kynsbýti. Kósin er sett, og vit halda fram við at tryggja ein starvsfólkahóp, ið er skynsamt samansettur og umboðar bæði kyn á jøvnum føti.
Starvsfólk í 2022
Ársverk
Starvsfólk
Starvsfólk fulla tíð
Starvsfólk parttíð
Aldursspennið – yngst
Aldursspennið – elst
Starvsnæmingar
Lestrarstørv
Nýggj starvsfólk
Talgild samansjóðing
Samband er bulurin í øllum, vit gera. Samband skulu øll taka sum givið, og tað er tí, at vit áhaldandi arbeiða við at veita 100% landsumfatandi samband og tippa talgildu gjónna, so at øll hava atgongd til samband, sama hvar í landinum vit eru stødd.

Vit eru elalítið land við stórbærum fjøllum, fossandi áum, djúpum firðum og dølum. Alt innrammað í endaleyst hav við alsamt skiftandi ljósi. Vit eru menniskju í samfelag, men vit liva ein og ein og ein og ein. Vit fylgja við streyminum og eygleiða verðina, meðan hon fer framvið.
Vit liva í einum blómandi samfelag, hóast tað kann ljóða sum innantóm orð eftir hondini. Tað grør um gangandi fót, og vit vaksa og mennast fyri hvønn dag, sum gongur. Dag og dagliga síggja vit spírurnar spretta og menniskju og vinnu, sum ganga á odda.
Í okkara hugaheimi er gott samband rótin til alt gott, og gott samband er bulurin í blómandi samfelagnum. Samband er megi, og hesa megi skulu øll hava atgongd til. Eingin skal gloymast, og eingin skal detta afturum. Øll skulu trívast, og øll skulu kunna knýta bond og vera nærverandi.
Inkluderandi og sterkt
Í 2015 samtykti ST nýggja stevnuskrá fyri burðardyggari menning í heiminum – vanliga nevnd Heimsmálini. Endamálið við Heimsmálunum er, at hvørt land sær fremur málini við útgangsstøði í egnum veruleika og raðfestingum.
Tað er við støði í Heimsmálunum, at vit í 2022 vundu upp segl og settu út í kortið at tippa talgildu gjónna enn og meira, so at øll hava atgongd til ta megi, ið samband gevur. Móðir til barn, starvsfólk til arbeiðsgevara og kundi til fyritøku; bara fyri at nevna nøkur fá dømi.
Í stuttum leggur høvuðsmál nr. 9. dent á at byggja sterk undirstøðukervi, virka fyri inkluderandi og burðardyggari ídnaðarmenning og eggja til nýhugsan.
Kervið skal mennast fyri at stuðla búskaparligari menning og menniskjaligum trivnaði við denti á rættvísa atgongd.
Grønur farnetansari
Meðan vit lúka treytirnar at veita farnet í avgjørdum heimsklassa, taka vit stór fet á leiðini at minka okkara umhvørvisslóð. Í 2022 varð ferð sett á at menna farnetið við orkusparandi stillingum, sum leggja upp fyri fólkatættleika og nýtslu.
Talan er um grønan farnetansara, sum kortleggur nágreiniliga nýtslu á øllum sendistøðum, og tendrar og sløkkir sendistøðirnar alt eftir tørvi. Hetta merkir, at orkuframleiðslan í netinum er knýtt at nýtslu og ikki tíðaráseting, og harvið minka bæði streymnýtsla og útlát.
Við nýggja farnetinum, sum vit byggja og seta upp saman við svenska veitaranum Ericsson, verður farnetið uppaftur dynamiskari. Hetta gongur hond í hond við okkara grønu langtíðarætlan, okkara aðalmál um burðardygga menning, og okkara operatión null CO2-útlát.
Eitt farnet til allar føroyingar
Líka síðani kapping kom á telemarknaðin, hava veitararnir arbeitt við hvør sínum far- neti. Í oktober 2022 gjørdu partarnir avtalu um at samstarva um nýggja superskjóta farnetið, sum FT Samskifti eigur og letur byggja saman við Ericsson.
Samstarvið er treytað av, at Kappingareftirlitið góðkennir samstarvið, sum er avmarkað til bara at fevna um RAN- netið. RAN-netið eru allar sendistøðirnar, sum dekka bygt øki og almennar farleiðir, umframt meginpartin av óbygdum øki og áleið 70 fjórðingar til havs.
Sostatt verður fram yvir talan um eitt farnet til allar føroyingar, sama dekning, somu ferð og sama kapasitet, men framhaldandi kapping, tí veitararnir hava hvør sína kjarnutøkni, sum stýrir hentleikunum og tænastunum, ið vit hvør sær bjóða okkara kundum.
Superskjótt farnet

Í august 2021 varð gjørt av at skifta alt farnetið út. Ein risastór, men neyðug avgerð, tí hon tryggjaði, at elalítlu Føroyar ikki gjørdust eftirbátar í talgildu menningini, sum vit síggja í okkara grannalondum og kring allan heimin.
Avtalan við svenska Ericsson tryggjaði okkum 5G omaná tey undanfarnu ættar- liðini av farnettøkni. 5G er ment, tí tað er ein týðandi partur av grundarlagnum undir talgilda samfelagnum, har ið alsamt fleiri tól og tænastur verða knýtt at internetinum.
Við nýggja farnetinum spretta upp nýggir møguleikar, sum fara at kollvelta marknaðin, sum vit kenna í dag. Av tænastum kunnu eitt nú nevnast Smart calling, VoLTE, VoWIFI og nýskapandi IoT-tænastur til fjarstýrdar tænastur, mátitól o.a.
Í juni 2022 fór arbeiðið við at byggja superskjóta farnetið av bakkastokki. Gomul útgerð varð pilkað niður og nýggj útgerð varð sett upp á 208 ymiskum støðum kring alt landið, og fleiri enn 30 nýggjar mastrar við nýggjari útgerð vórðu reistar upp.
Í november 2022 varð komið á mál við fyrsta liði, tá ið arbeiðið upp á RAN-netið, sum eru allar sendistøðirnar, sum veita dekning á landi og sjógvi, varð liðugt. Seinasti liður er at skifta heilan, so at netið kann takast í nýtslu miðskeiðis í 2023.
Superskjótur motorvegur
Skjótt og svikaleyst samband fær meiri og meiri at siga fyri hvønn dag, ið gongur. Hóast Føroyar eru staddar úti á opnum sjógvi, eru vit eitt framkomið samfelag, har ið frástøða hevur lítið at siga. Vit røkka landið akkurát sum einki.
Fyri góðum fimm árum síðani fór arbeiðið at leggja fipursamband inn til hvørt húsarhald av bakkastokki. Talan er um eitt umfatandi, men neyðugt arbeiði, har ið alt undirstøðukervið verður skift út og lagt av nýggjum.
Róm varð ikki bygt eftir einum degi, og tað sama er galdandi í hesum føri. Tað tekur langa tíð at nútímansgera eitt heilt undirstøðukervi, sum er neyðugt til tess at stuðla búskaparligari menning og menniskjaligum trivnaði.
Fipur skal út um alt landið, og hetta merkir, at planlegging og projektering skal gerast av hvørjari bygd og hvørjum býi; enn tá hvørjum húsi og hvørjum matrikkli.
Við ársenda 2021 høvdu 1.500 húsarhald atgongd til fipurbreiðband, og við ársenda 2022 komu 1.500 húsarhald afturat listanum. Tað svarar til, at 16% av øllum húsarhaldum í Føroyum nú kunnu fáa fipurbreiðband.
Í 2023 er málið, at tilsamans 33% av øllum húsarhaldum hava atgongd til fipurbreiðband, og at arbeiðið tekur dik á seg m.a. í Suðuroy. Higartil hevur dentur verið lagdur á nýggjar býlingar og smáar og miðalstórar bygdir.
Altjóða kanningar vísa, at fipur er umhvørvisvinarligari enn kopar. Fipur brúkar fleiri ferðir minni orku, og harvið er verkætlanin eisini ein liður at minka CO2- útlátið og ein partur av okkara operatión null CO2-útlát.
Umhvørvisvinarlig fótaspor
Bogin er spentur, og bullseye er í eygsjón. Í 2030 miða vit eftir einum null CO2-útláti. Vit vilja vísa í verki, at tað ber til at duga hárfínu javnvágina millum durðardygd og tøkni, sum fevnir um alt sjókaðlum á havsins botni til sendistøðir á himmalhválvinum.

Sum Føroya størsti fjarskiftisveitari skulu vit til eina og hvørja tíð avmarka okkara umhvørvisslóð og slóða fyri burðardyggari menning og búskaparligum vøkstri, uttan at tað gongur út yvir náttúruna, sum vit eru vælsignað við.
Operatión null CO2-útlát kom á breddan í 2020, tá ið okkara CO2-útlát varð eyðmerkt og skjalprógvað á fyrsta sinni. Mong eru fetini á leiðini at gerast CO2-frí í 2030, og tí hava vit lagt grønu langtíðarætlanina fyri alt samtakið í formligar karmar.
2021 tók arbeiðið dik á seg, tá ið tað eydnaðist okkum at minka CO2-útlátið við góðum 179 tonsum í mun til árið fyri. Í 2022 minkaði útlátið við 323 tonsum, sum er serliga grundað á grønu elframleiðsluna hjá SEV.
Okkara mál er lutfalsliga treytað av ætlanini hjá SEV um 100% burðardygga elframleiðslu á landi í 2023. Við byrjan í 2020 og fram til 2030 skulu vit samanlagt minka CO2-útlátið við 2.983 tonsum, og tað gera vit við at skifta bilaflotan út við elbilar og leggja um til jarðhita- og sjóhitaskipanir.
Frágreiðingar
Her kanst tú taka frágreiðingar um
Samfelagstilvit síðani 2018 niður