EIN STERK
VEITINGARKETA

Allir vegir føra til móðir

Samtakið er sett saman av móðurfelag og dóttirfeløgunum FT Samskifti, NET, Shefa og Televarpinum. Hetta gevur okkum eina sterka veitingarketu, har ið liðini hvør sær geva íkast til, at vit veita fjarskifti í víðari merking og hava sum aðalmál at knýta Føroyar í eina betri framtíð.

Móðurfelagið er savnandi liðið við stjórn og starvslið innan fíggjar- og starvsfólkaøkið. Móðurfelagið breiðir veingir um og bindur samtakið saman soleiðis, at greiðar synergieffektir millum feløg og deildir leggja sjálvsagdan gróðrarbotn undir framburð.

Har, ið hjartað slær

FT Samskifti er kundavenda drívmegin í samtakinum. Umframt kundafrontin eigur og rekur felagið egið farnet, sum dekkar nærum 100% av landafrøðiliga økinum í Føroyum. Fremsta málið er at veita einfalt fjarskifti, og sjálvsagda uppgávan er at seta kundan í miðdepilin.

Tað, ið bindur okkum saman

NET eigur og rekur alt undirstøðukervið og tryggjar, at føroyingar fáa ómaksleyst samskifti. Sjálvsagda uppgávan hjá NET er at røkja og menna undirstøðukervið og veita fjarskiftistænastur til allar veitarar undir javnbjóðis treytum.

Ljós á havsins botni

Shefa hevur megnað at vent tungum rakstri til positivan rakstur eftir bert fáum árum. Shefa knýtir Føroyar saman við umheimin, og undirsjóvarkaðlarnir hava lagt grundarlag fyri øktum flutningi til eitt nú frálandavinnu.

Kelda til undirhald

Televarpið bjóðar sjónvarp og veitir kundum eina heildaruppliving. Umframt at bjóða hópin av útlendskum rásum framleiðir Televarpið egið sjónvarpstilfar, sum tekur dik á seg.

Vit seta kundan í miðdepilin í øllum, vit gera, og aðalmálið hjá samtakinum er at knýta øll og alt saman í eina betri framtíð.

Visjón
Sveipa
Sveipa
1860
Fox-Ekspeditionen í Føroyum
Hetta árið er rannsóknarferð á skránni í Føroyum. Sonevnda Fox-Ekspeditionen er í Føroyum og kannar …
1876
Alexander Graham Bell uppfinnur telefonina
Tann 10. mars 1876 varð fyrsta telefonsamrøða gjørd í Boston, USA, millum uppfinnaran av telefonini, Alex…
1905
Fyrsta telefonlinjan verður sett upp millum Vestmanna og Tórshavn
Í 1905 fekk Ólavur á Heygum, bóndi, politikari og vinnulívsmaður úr Vestmanna rætt til at seta telefon…
1906
Telegrafsamband við útheimin
Hetta árið kom fyrsti samskiftiskaðalin á land í Føroyum. Tað var ein telegrafkaðal, sum felagið “D…
1906
Færøernes Amtskommunes Telefonvæsen sett á stovn
Tann 19. november 1906 fekk “Færøernes Amtskommunes Telefonvæsen” koncessión frá Føroya Løgtingi at…
1912
Nýtt telefonhús
1. apríl 1912 fór Anton Degn frá sum telefonverksstjóri og henda sama dag varð í hansara stað settur Ha…
1930
Allar bygdir í Føroyum knýttar saman
Allar bygdir í Føroyum verða knýttar saman við telefonnetið. Tó er bygdirnar í Suðuroynni ikki knýtt…
1953
Sjálvval
Tórshavn fekk sum fyrsta pláss í landinum støð til sjálvval, tá nýggja automatstøðin varð tikin í …
1954
Telefonsamband við útheimin
Í 1954 kom fyrsta telefonsambandið við umheimin. Sambandið varð uppsett millum Føroyar og Danmark av sok…
1961
SCOTICE telefonkaðalin
SCOTICE telefonkaðalin varð lagdur millum Skotland, Føroyar og Ísland. Við nýggja sambandinum bar til at…
1971
SHEFA telefonkaðalin
SHEFA telefonkaðalin varð lagdur millum Hetland og Føroyar. Við nýggja sambandinum bar til at hava 480 sa…
1975
Sjálvval av samrøðum til útheimin
Tann 12. november 1975 varð gjørligt hjá felagum í Føroyum at ringja beinleiðis til flestu londini í Ev…
1978
Allir felagar fáa sjálvval
Upp gjøgnum 70ini varð nógv arbeiði lagt í at byggja støðir til útgerð til automattelefonina. Allir f…
1981
Føroya Tele 75 ár
19. november fyri 75 árum síðan, var dagurin, tá ið telefonverkið byrjaði at avgreiða telefonsamtalur….
1984
Talgilding av telefonnetinum
Stórur partur av sentralútgerðini varð útskift í árunum 1984-1990 – frá relebaserað tøkni til talgil…
1987
Fylgisveinajørðstøð
Á heysti 1987 varð ein fylgisveinajørðstøð tikin í nýtslu á Húsareyni. At byrja við kundu 120 samta…
1989
NMT-450 fartelefontænasta
Farið varð undir at bjóða fartelefontænastur. NMT var fyrsta generatións analog fartelefon tøkni (1G) o…
1992
NMT-900 fartelefontænasta
Nýggj tøkni til fartelefon varð tikin í nýtslu. Enn var talan um 1G fartelefontøkni, men NMT-900, sum br…
1994
CANTAT-3 samskiftiskaðalin
CANTAT-3 sjókaðalin varð lagdur millum Kanada, Ísland, Føroyar, Danmark, Týskland og Bretland. …
1993
Samband til internetið
Farið varð undir at bjóða uppringt samband til internetið og “World Wide Web”. Higartil var tað bert…
1997
Nýggj fjarskiftislóg
Nýggj fjarskiftislóggáva, ið tekur av einkarrættin hjá Telefonverkinum at reka fjarskifti, kom í gildi …
1997
Yvirtøka av uttanlandssamskiftinum
Uttanlandssamskiftið, sum áðrenn hevði verið virkisøkið hjá Tele Danmark, verður yvirtikið, og nú k…
1998
Føroya Tele stovnað sum partafelag
Telefonverk Føroya Løgtings verður umskipað frá almennum stovni til alment partafelag, ið fær navnið …
1998
GSM fartelefon
Farið verður undir at bjóða GSM fartelefon tænastur. GSM er digital 2G tøkni, har fólk eisini kunnu sen…
1998
Talgilding av telefonnetinum gjørd liðug
Seinasta sentralútgerðin varð útskift til talgilda tøkni. Samstundis vórðu telefonnummur longd við ein…
1999
ISDN
ISDN telefontænastan, sum nú varð boðin út, er digital og gevur møguleika fyri at hava tvær samrøður …
2001
ADSL breiðband
Føroya Tele fer undir at bjóða ADSL breiðband, ið gevur hægri ferð til internetið – upp til 2 Mbit/s …
2002
Televarpið sett á stovn
Á sumri 2002 varð Televarpið stovnað sum dótturfelag hjá Føroya Tele. Endamálið varð at bjóða talg…
2004
FARICE-1
FARICE-1 sjókaðalin varð lagdur millum Dunnet Bay í Skotlandi, Funningsfjørð í Føroyum og Seyðisfjør…
2004
Frá betongi til glas
10. september 2004 læt Føroya Tele dyrnar upp í nýggja 6.600 fermetra stóra høvuðssætinum í Klingruni…
2005
Føroya Tele skipað sum samtak
Virksemið hjá Føroya Tele varð skilt sundur í móðurfelag og dótturfeløgini FT Net og FT Samskifti. En…
2006
Føroya Tele 100 ár
Føroya Tele fyllir 100 ár….
2007
SHEFA-2
SHEFA-2 kaðalin verður lagdur millum Banff í Skotlandi og Hvítanes í Føroyum. Kaðalin kemur eisini á l…
2007
Føroya Tele keypir meirlutan av Formula
Hetta árið keypti Føroya Tele meirlutan av Formula, sum sostatt verður eitt dótturfelag hjá Føroya Tele…
2009
3G
3G fartelefon varð nú bjóðað. 3G tøknin hevur hægri dataferð og til ber tí at hava betri samband til …
2010
Landsdekkandi breiðband
Breiðbandsdekningurin hjá Føroya Tele í Føroyum kom hetta í 2010 upp á 100%. Útbyggingin av DSL-breið…
2012
CANTAT-3
Eigararnir av CANTAT-3 sjókaðalinum ynskja at niðurleggja sambandið. Føroya Tele yvirtók tann partin av …
2014
Ver verður stovnað
Føroya Tele kollveltir telemarknaðin og letur dyrnar upp fyri Ver, hvørs endamál við er at geva føroying…
2015
VDSL breiðband
Føroya Tele fer undir at bjóða VDSL breiðband, ið gevur nógv hægri ferð til internetið – heilt upp ti…
2015
4G LTE
Føroya Tele ger avtalu við Huawei um at veita eitt fartelefonnet í heimsklassa. Við hesum varð alt fartel…
2016
Føroya Tele 110 ár
Føroya Tele fyllir 110 ár….
Aftur í tíð
Framm í tíð
Aftur í tíð
Framm í tíð

Okkara DNA

Sum starvsfólk leggja vit eina varandi slóð eftir okkum. Hesi fótaspor eru við til at skapa heildina og gera eins stóran mun og allar tær grótrúgvurnar, ið okkara undangongufólk hava laðað sum vegvísarar til okkum at fylgja. Okkara DNA-strongur er at knýta Føroyar og føroyingar saman í eina betri framtíð, og hann hevur tískil ein stóran leiklut í framburðinum í samfelagnum.

Tað er umráðandi, at vit gera eina blanding av DNA-stronginum og einstaklingseyðkennunum, ið mynda heildina. Føroya Tele samtakið skal vera so menniskjanslig sum yvirhøvur til ber, tí tað er soleiðis, at viðskiftafólk uppliva okkum. Fyri okkum merkir hetta, at vit eru einstaklingar í eini samanbundnari heild, sum er merkt av dygd, dirvi, framskygni og ábyrgd.

Verið best

Við nærlagni og serfrøði skapa vit upplivingar, men gott er ikki best. Bara tað besta er gottnokk.

Tískil er umráðandi, at vit eru eina tonn framman fyri og gera okkara arbeiði nógv betri, enn vit sjálvi høvdu væntað.

Á henda hátt hava vit yvirlutan yvirkundavæntanum og kunnu møta kundanumjúst har, hann er

Verið fremst

At hava dirvi í sínum arbeiði er alfa og omega. Vit skulu tora at gera okkum inn á status quo, um tað er neyðugt.

Vit skulu tora at taka avgerðir og eiga tær. Vit skulu tora at renna skjótt í liðum, hvør eftir øðrum ella sum einstaklingar.

Vit skulu tora at eiga, at gera eitt ting ordiliga gott og vera smidlig og flytandi í okkara arbeiði.

Á henda hátt eru vit fremst.

Verið slóðbrótarar

Tað ger einki, um vit sláa bóltar himmalhøgt upp í luftina. Vit skulu ikki standa í stað, og hvør veit, hvat hendir, tá ið bóltarnir nerta við jørðina aftur.

Hetta hendi í Vestmanna í 1905, og restin er søga. Vit eru slóðbrótarar og vit skulu slóða fyri framtíðini á sama hátt, sum Ólavur á Heygum og okkara undangongufólk góvu okkum fótaspor at ganga í.

Framtíðin er ókennilig, men lat okkum hava hana í huganum í øllum, vit gera.

Verið stjórar

Vit eru øll Føroya Tele, og vit eru øll við til at seta fótaspor og mynda samtakið.

Vit taka felags ábyrgd, meðan vit virða fólkaræðið á arbeiðsplássinum. Vit tosa sama mál, og vit bakka hvønn annanupp í øllum, vit gera. Vit taka ábyrgd fyri, at vit øll eydnast.

Vit eru øll stjórar.

Starvsfólk í tølum

Ársverk

Starvsfólk

Starvsfólk – fulla tíð

Starvsfólk – parttíð

Yngsta starvsfólk

Elsta starvsfólk

Starvsnæmingar

Lestrarstørv

Nýggj starvsfólk í 2022

Innlesur…

Ársfrásagnir