Fyrsta tíðin

Fyrsta tíðin hevur sera stóran týdning. Her kemur tú at møta tínum nýggju starvsfeløgum og seta teg inn í nýggju arbeiðsuppgávurnar. Fyri at hendan tíðin verður so góð sum møguligt, verður tíðin skipað so væl gjørligt. 

Fyrsti arbeiðsdagur 

Dagurin er oftast skipaður soleiðis: 

14 dagar eftir starvsbyrjan 

Umleið 14 dagar eftir starvsbyrjan verður tú boðin til “Vælkomin á Føroya Tele” við Starvsfólkadeildini. Endamálið við prátinum er at geva tær eina yvirskipaða mynd av samtakinum og innlit í eitt nú virkisbygnað, starvsfólkahóp, virðini, Vaglið og skráseting.    

Eftir starvsbyrjan 

Øll nýggj starvsfólk hava  3 mánaðar royndartíð. Fyri at tryggja at tú kemur væl inn í starvið, verða tríggjar samrøður hildnar í royndartíðini: 

Endamálið við samrøðunum er, at tú og tín leiðari kunnu avstemma ábyrgdarøkir, uppgávur, samskifti og sum heild samskipa starvsbyrjanina eftir einum felagsleisti. 

“Hvat er Føroya Tele?” 

Árliga skipar Starvsfólkadeildin fyri tiltakinum “Hvat er Føroya Tele?”. Øll nýggj starvsfólk, ið eru sett í starv seinasta árið, fáa innbjóðing til dagin. Endamálið við tiltakinum er at geva nýggjum starvsfólkum møguleika at heilsa uppá hvønn annan og verða saman ein heilan dag, har tey fáa innleiðslu og innlit í kjarnuvirksemið og søguna, hagtøl, verkætlanir, produktir, virðisgrundarlag og visiónir hjá samtakinum.